Vitlíkisstovan - Praktisk vitlíkisvenjing & ráðgeving til føroyskar skrivstovur

Við røttu vegleiðing kanst tú eisini meistra VITLÍKI! Vitlíkisstovan mennir tykkum frá at vera nýbyrjarar innan vitlíki til dugnaligar vitlíkisbrúkarar. Eg taki mær av øllum - tit skulu einans lurta og læra.

Frá forvitin til framkomin: Eitt 12-vikuskeið til skrivstovufólk

Hetta er eitt skeið sniðgivi til at læra øllum á tykkara skrivstovu akkurát hvussu tey kunnu fáa nýttu av vitlíki. Eg komi út til tykkara, seti alt upp og læri toymið alt, sum tað skal duga. Tit skula bara samlast nakrar ferðir og læra at arbeiða trygt og munagott við vitlíki, eg takið mær av restini

Vit fáa stýr upp á

  • Leiðreglur og mannagongdir - At orða hvat starvsfólk kunnu og ikki kunnu gera við vitlíki - á einfaldan og greiðan hátt, so tað er lætt at skilja.
  • Røtt amboð - At velja og seta upp røttu amboðini - ofta Copilot, men eisini onnur eftir tørvi.
  • Vitlíki fyri øll - At skilja hvat vitlíki er og hvussu tað kann brúkast til arbeiðis - á einføldum máli, so vit endaliga skilja hvat hetta í grundini er og kann.
  • Yvirlit yvir uppgávur - Ein greiður listi yvir, hvat tit kunnu loysa við vitlíki - og hvussu.

Soleiðis byrja vit

  1. Samrøða (1 tími) - Vit tosa um hvat tit hava brúk fyri og seta rammuna fyri skeiðið.
  2. Uppseting - Vit gera leiðreglur, velja amboð og fyrireika verkstovur - tit skulu bara læra.
  3. Læra og brúka - Verkstovur og lærara á tykkara skrivstovu – og eftirfylging eftir 2–3 vikur.

Tit fáa

  • Leiðreglur - Saman við tykkum skriva vit greiðar leiðreglur fyri vitlíkisbrúk á tykkara skrivstovu. Tá verður tað týðiligt fyri starvsfólki hvat vitlíki kann brúkast til og hvussu.
  • Amboð og uppseting - Eg hjálpi tykkum í avgerðini um hvørji amboð tit vilja nýta, og seti hesi upp fyri tykkum. Tá eru tit rætt íklødd og klár at byrja.
  • Verkstovur og netskeið - Vit nýta bæði verkstovur og sergjørd netskeið, so tit kunnu læra skjótt og smidligt.
  • Stuðul og spurningar - Eg eri tøkur at svara spurningum um alt, sum hevur við vitlíki at gera.
  • Tilfar - Tit fáa frymlar og leiðbeiningar, sniðgivnir til júst tykkara tørv, at hava við hondina í arbeiðnum frameftir.
  • Greining - Eg hjálpi tykkum at finna ítøkiligu arbeiðsuppgávurnar at loysa við vitlíki, umframt hvar vitlíki ikki skal brúkast.
  • Framløgur - Eftir tørvi haldi eg framløgur fyri toymum um vitlíki. Umframt at læra at brúka tøknina, er eisini umráðandi at skilja hana.

Ráðgeving & verkætlanir

Frá vitlíkistrategi til vitlíkismenning - mín uppgáva er at gera vitlíki nýtiligt fyri teg.

  • Tað almenna - Framløgur um vitlíki og málrættaðar vitlíkisverkstovur. Evni: Visjónir og heildarætlanir fyri vitlíki, hvussu tit tryggja skilagóða nýtslu og sunnan etikk.
  • Fyritøkur - Skeið í vitlíki, menning av loysnum við vitlíki og málrættað ráðgeving.
  • Kreativt vitlíki - Myndir, heimasíður, filmar, tónleikur - við vitlíki menni eg mangt og hvat fyri teg. Eisini tað, ið tú ikki hevur hugsað um enn.

Hví Vitlíkisstovan?

Vitlíkisstovan er fyrsta fyritøkan av sínum slag í Føroyum. Her sameini eg tøkniliga fatan og staðbundnan kunnleika - og havi frá byrjan hugsað langskygt um, hvussu vitlíki best kemur føroyskum fyritøkum til gagns. Málið er ikki einans at nýta nýggj amboð, men at betra arbeiðshættir, betra um hvussu tit taka avgerðir og gera vitlíki til eitt munagott amboð í tykkara arbeiðsmentan.

  • Føroyskt í hásæti - Vitlíkisstovan veitir vegleiðing, ið virðir okkara mál og mentan, eg havi serkunnleika í hvussu man fær besta føroyska úrsliti við vitlíki og hvar vitlíki ikki kann nýtast á Føroyskum enn. Og so er tað stuttflutt.
  • Yrkisligt og veruligt - Vitlíki er eitt eymt evni, og meiningarnar um tað eru líka nógvar, sum tað eru fólk. Tað havi eg virðing fyri, og er arbeiði tískil grundað á verkligar arbeiðshættir og veruligar uppgávuloysnir - sum ikki traðkar ov nógv fólk yvir tærnar.
  • Greitt samskifti - Vitlíkisstovan miðlar fløkt hugtøk á einfaldan hátt. Umvegis verkstovur, framløgur, arbeiðsleistir og annað tilfar, verður stórur dentur lagdur á, at tingini verða greidd frá, so tey eru til at skilja.
  • Úrslitagott og smidligt - Vitlíkisstovan er ein einstaklingafyritøka - her eru ongar óneyðugar útreiðslur. Skjótar avgerðir og enn skjótari veiting.

Hvør stendur aftanfyri?

Gunnleygur Clementsen - Stovnari og ráðgevi. Ein el-verkfrøðingur, sum gjørdist vitlíkisráðgevi. Síðani 2022 havi eg brúkt ChatGPT dagliga; fyrst sum verkfrøðingur í Danmark, og nú við at hjálpa føroyskum stovnum og fyritøkum at taka vitlíki til sín. Eg havi fylgt við menningini í vitlíki í meira enn 10 ár, og havi roynt fleiri hundrað amboð. Eg veit tískil hvat riggar og hvørja góðsku tú kann fáa burtur úr, um amboðini verða brúkt rætt.

Úrvald úrslit og samstørv

  • Vegleiðingar - Mínar vegleiðingar veita ávísum arbeiðsbólkum innlit í júst hvørjar arbeiðsuppgávur tey kunnu loysa við vitlíki - og hvørjar uppgávur, ið ikki eru hóskandi til vitlíki. Í vegleiðingunum eru birt og frymlar (skabelónir) við ítøkiligum og viðkomandi uppgávum, og hvussu vitlíki verður brúkt at loysa tær. Eitt úrslitagott arbeiðsamboð, ið tú ikki vil vera fyriuttan.
  • Verkstovur - Áður havi eg havt verkstovur fyri fakbólkum av lærarum, námsfrøðingum, rithøvundum og skrivstovufólki av alskyns slagi. Verkstovurnar hava til endamál at greiða frá vitlíki á einfaldan og nýtiligan hátt - so at øll kunnu vera við. Harafturat eru verkstovurnar handaligar, so at luttakandi í verki kunnu loysa viðkomandi arbeiðsuppgávur við vitlíki.
  • Sergjørt amboð til týðing úr donskum til føroyskt - Onkuntíð er tað nóg mikið, um vitlíki hjálpir við einari ávísari uppgávu. Eitt nú um tú skalt týða donsk skjøl til føroyskt. Hetta var ein av uppgávunum, ið eg loysti fyri ein kunda.
  • Kreativt vitlíki: myndir, filmar og annað - Vitlíki kann skapa alt millum himmal og jørð: Myndir, filmar, tónleik og nógv annað. Eg deili regluliga ymiskt tilfar, ið eg skapi við vitlíki, umframt vitlíkisviðkomandi tíðindi, á sosialu miðlunum hjá Vitlíkisstovuni. Fylg Vitlíkisstovuni her:

Hug at byrja?

Sig mær hvat tú hugsar, so sigi eg tær, hvussu vitlíki kann hjálpa.

Teldupostur: info@vitlikisstovan.fo

Telefon: +298 919444