Ráðgeving, skeið og menning

Vit veita ráðgeving, halda skeið og menna loysnir. Vel tað, sum tú hevur tørv á.

Ráðgeving

Hvat merkir vitlíki fyri tykkara fyritøku ella stovn?

Vit hjálpa tykkum at skilja, hvussu vitlíki kann ávirka tykkara arbeiði og tænastur, finna viðkomandi møguleikar og taka støðu til næstu stigini.

Les um ráðgeving

Skeið og verkstovur

Fyritøkur, aðrir stovnar og einstaklingar

Vel skeiðið í tí amboðinum, tit brúka. Bæði skeiðini taka støði í tykkara arbeiðsuppgávum.

Copilot-skeið

Finn út av, hvar Copilot kann hjálpa tær, og royn tað við egnum uppgávum.

Les um Copilot-skeið

ChatGPT-skeið

Finn út av, hvar ChatGPT kann hjálpa tær, og royn tað við egnum uppgávum.

Les um ChatGPT-skeið

Vilja tit hava eitt skeið á arbeiðsplássinum?

Vel ein dag, sum hóskar tykkum. Innihald, tíð og prísur verða avtalað við okkum.

Sí tøkar dagar

Vilt tú luttaka sum einstaklingur? Set teg í samband við okkum um møguleikarnar.

Ivast tú í, hvat hóskar best? Set teg í samband við okkum.

Menning og skapandi arbeiði

Hevur tú eitt hugskot, sum skal gerast til veruleika? Vit menna heimasíður, appir og amboð og gera myndir, filmar og annað skapandi tilfar.

Tað er ikki neyðugt at vita, hvørji amboð skulu brúkast. Greið frá tí, tú vilt hava gjørt.

Les um menning · Les um myndir og filmar

Fyrilestrar og tilboð til leiðslur

Ein fyrilestur kann geva eitt felags yvirlit. Ein leiðsluverkstova snýr seg um tær avgerðir, sum leiðslan skal taka.

Vitlíki fyri leiðslur · Fyrilestrar