Fá meira burtur úr vitlíki.

Ráðgeving, skeið og menning fyri fyritøkur, stovnar og einstaklingar.

Arbeitt við føroyskum arbeiðsplássum síðani 2023.

Bið um eitt innleiðandi prát

Hvat kunnu vit hjálpa tær við?

Ráðgeving

Hvat merkir vitlíki fyri tykkara fyritøku ella stovn?

Fá yvirlit yvir møguleikarnar og eina greiða ætlan fyri næstu stigini.

Les um ráðgeving

Skeið og verkstovur

Hvar kann vitlíki gera gagn í tykkara arbeiði?

Finnið viðkomandi uppgávur, fáið betri úrslit og lærið at finna nýggjar møguleikar við Copilot ella ChatGPT.

Finn rætta skeiðið

Menning og skapandi arbeiði

Hevur tú eitt hugskot, sum skal gerast til veruleika?

Heimasíður, appir, sjálvvirkandi amboð, myndir, filmar og annað.

Les um menning

Hevur tú eitt hugskot ella ein spurning? Set teg í samband við okkum.

Finn rætta skeiðið

Tit arbeiða við egnum uppgávum og finna út av, hvar vitlíki kann hjálpa. Hvør luttakari fær 10 ítøkilig hugskot til sítt egna arbeiði og lærir at finna, royna og meta um fleiri møguleikar.

Landsstovnar

Skeið undir avtaluni við Gjaldstovuna

Fyri starvsfólk á landsstovnum, sum eru fevndir av avtaluni.

Sí skeið og tilmelding

Vilja tit hava skeið á tykkara stovni? Sí treytir og tøkar dagar í kalendaranum.

Sí tøkar dagar til tykkara stovn

Fyritøkur, aðrir stovnar og einstaklingar

Vel skeiðið í tí amboðinum, tit brúka. Bæði skeiðini taka støði í tykkara arbeiðsuppgávum.

Copilot-skeið

Finn út av, hvar Copilot kann hjálpa tær, og royn tað við egnum uppgávum.

Les um Copilot-skeið

ChatGPT-skeið

Finn út av, hvar ChatGPT kann hjálpa tær, og royn tað við egnum uppgávum.

Les um ChatGPT-skeið

Vilja tit hava eitt skeið á arbeiðsplássinum?

Vel ein dag, sum hóskar tykkum. Innihald, tíð og prísur verða avtalað við okkum.

Sí tøkar dagar

Vilt tú luttaka sum einstaklingur? Set teg í samband við okkum um møguleikarnar.

Ivast tú í, hvat hóskar best? Set teg í samband við okkum.

Hvør stendur aftanfyri?

Gunnleygur Clementsen - Stovnari og vitlíkisráðgevi. Eg stovnaði Vitlíkisstovuna fyri at hjálpa føroyskum fyritøkum og stovnum at brúka vitlíki á ein hátt, sum gevur meining í veruligum arbeiði. Ikki sum eitt nýtt orð í eini heildarætlan. Men sum eitt amboð, ið kann spara tíð, lyfta góðsku og geva starvsfólkum betri arbeiðsumstøður. Eg eri útbúgvin elverkfrøðingur frá DTU og havi brúkt vitlíki til veruligt arbeiði síðani 2022. Síðani 2023 havi eg arbeitt við føroyskum arbeiðsplássum fyri at finna út, hvar tøknin veruliga ger mun, og hvar hon ger meira skaða enn gagn.

  • Eg hjálpi tykkum at byrja rætt: við greiðum nýtsludømum, tryggum arbeiðsháttum og uppgávum, sum starvsfólk kenna aftur úr sínum egna gerandisdegi.
  • Eg hjálpi tykkum at skilja, hvat er loyvt og hvat ikki er loyvt, tá ið tað kemur til dátur.
  • Mín styrki er at umseta tøknina til nakað, sum vanlig fólk á einum vanligum arbeiðsplássi veruliga kunnu brúka.
  • Eg leggi ikki dent á at vísa tað nýggjasta fram. Mítt mál er at finna tað, sum riggar hjá tykkum.
  • Eg arbeiði við føroyskum veruleika: føroyskt mál, smá toymi, dátutrygd og arbeiðspláss, har fólk longu hava nóg mikið at gera.
  • Endamálið er, at tit sjálvi verða tryggari, klókari og sjálvbjargin í at brúka vitlíki.
Tað týdningarmesta er ikki at brúka mest møguligt vitlíki. Tað týdningarmesta er at vita, hvar tað gevur meining, og at duga at brúka tað á rættan hátt har.

Les meira um Gunnleyg Clementsen

Hetta siga okkara kundar

Viðmerkingar frá luttakarum á verkstovum hjá Vitlíkisstovuni.

  • "Sera væl nøgd – tillagað til júst tað, vit høvdu tørv á."
    Hildur Durhuus, Samskipari · Nýskapan í ferðavinnuni 2026
  • "Bæði hugvekjandi og læruríkt – viðkomandi fyri leiðarar og starvsfólk."
    Reidar Luid, Forritan og menning · Betri Banki
  • "Greið, viðkomandi og beinanvegin gagnlig í praksis."
    Elin Brimnes, Arkitekt · Kontrast
  • "Gav okkum betri fatan og fleiri góð hugskot at taka víðari."
    Sigrið Zachariasen, Dagligur leiðari · Reyði Krossur Føroya
  • "Áhugaverd og løtt at skilja – gav greiðari fatan av, hvussu eg brúki ChatGPT í mínum arbeiði."
    Sóley Hammer, Leiðari · Hugskotið
  • "Greið og viðkomandi – gav okkum nógv nýggj hugskot til ChatGPT-nýtslu."
    Guðrið Højgaard, Stjóri · Visit Faroe Islands
  • "Spennandi og lærurík - gav eina greiðari fatan av tryggari nýtslu."
    Fríði Jensen, HR Data Specialist · Bakkafrost

Ráðgeving og menning

Vit hjálpa tykkum at finna røttu kósina og gera hugskot til veruleika.

Hví Vitlíkisstovan?

Vitlíkisstovan er fyrsta fyritøkan av sínum slag í Føroyum. Her sameini eg tøkniliga fatan og staðbundnan kunnleika og havi frá byrjan hugsað langskygt um, hvussu vitlíki best kemur føroyskum fyritøkum til gagns. Málið er ikki einans at nýta nýggj amboð, men eisini at bøta um arbeiðshættir og avgerðartilgongdir og gera vitlíki til eitt munagott amboð í tykkara arbeiðsmentan.

  • Føroyskt í hásæti - Eg veiti vegleiðing, ið virðir okkara mál og mentan. Eg havi serkunnleika í, hvussu ein fær góð úrslit á føroyskum, og hvar vitlíki enn hevur sínar avmarkingar. Og so er tað stuttflutt.
  • Yrkisligt og veruligt - Eg taki spurningar og stúran hjá starvsfólkum í álvara. Vit arbeiða við ítøkiligum uppgávum, greiðum leiðreglum og ábyrgdarfullari nýtslu av vitlíki.
  • Greitt samskifti - Vitlíkisstovan miðlar fløkt hugtøk á einfaldan hátt. Umvegis verkstovur, framløgur, arbeiðsleistir og annað tilfar verður stórur dentur lagdur á, at tingini verða greidd frá, so tey eru til at skilja.
  • Úrslitagott og smidligt - Tit arbeiða beinleiðis saman við mær frá fyrstu samrøðu til undirvísing og uppfylging. Vit avtala arbeiðið út frá tí, tit hava tørv á.

Úrvald úrslit og samstørv

Dømi um vegleiðingar, loysnir og skapandi arbeiði úr Føroyum.

  • Vegleiðingar - Mínar vegleiðingar veita ávísum arbeiðsbólkum innlit í júst, hvørjar arbeiðsuppgávur fólkini í teimum kunnu loysa við vitlíki, og hvørjar uppgávur ikki hóska til vitlíki. Í vegleiðingunum eru byrt og frymlar við ítøkiligum og viðkomandi uppgávum og dømi um, hvussu vitlíki verður brúkt til at loysa tær. Eitt úrslitagott arbeiðsamboð, ið tú ikki vilt vera fyriuttan.

    Les meira um hetta

  • Sergjørt amboð til týðing úr donskum til føroyskt - Onkuntíð er tað nóg mikið, um vitlíki hjálpir við einari ávísari uppgávu. Eitt nú um tú skalt týða donsk skjøl til føroyskt. Hetta var ein av uppgávunum, ið eg loysti fyri ein kunda.
  • Skapandi vitlíki: myndir, filmar og annað - Vitlíki kann skapa alt millum himmal og jørð: myndir, filmar, tónleik og nógv annað. Eg deili regluliga ymiskt tilfar, ið eg skapi við vitlíki, umframt tíðindi um vitlíki, á sosialu miðlunum hjá Vitlíkisstovuni. Fylg Vitlíkisstovuni her:

Hevur tú eitt hugskot ella ein spurning?

Skriva til okkara um ráðgeving, skeið ella nakað, tú vilt hava gjørt.

Teldupostur: info@vitlikisstovan.fo

Telefon: +298 919444