Um Vitlíkisstovuna

Vitlíkisstovan er fyrsta vitlíkisfyritøkan í Føroyum. Gunnleygur Clementsen er stovnari og vitlíkisráðgevi, útbúgvin elverkfrøðingur frá DTU. Síðani 2023 hevur hann arbeitt við føroyskum fyritøkum og stovnum.

Ráðgeving, skeið og menning

Vitlíkisstovan veitir ráðgeving, skeið og menning fyri fyritøkur, stovnar og einstaklingar.

Vit veita ráðgeving, halda skeið og verkstovur og arbeiða við menning og skapandi arbeiði.

Ítøkiligar uppgávur og beinleiðis samstarv

Vit byrja við tykkara uppgávum og kanna, um vitlíki ger arbeiðið lættari ella betri. Tit arbeiða beinleiðis við Gunnleyg. Føroyskt mál, dátutrygd og spurningar hjá starvsfólkunum eru við frá byrjan.

Málið er, at tit skilja møguleikar og avmarkingar og sjálvi kunnu taka støðu til nýtsluna. Les um royndir og verkætlanir hjá Gunnleygi.

Set teg í samband

Skriva til Vitlíkisstovuna · info@vitlikisstovan.fo · +298 919444