Vitlíki á arbeiðsplássinum: Haldið røttu kósina

Starvsfólk á almennum arbeiðsplássum í Føroyum brúka longu vitlíki hvønn einasta dag — gjøgnum telefonir, arbeiðisteldur og skipanir, sum tey longu hava atgongd til. Spurningurin er ikki, um vitlíki verður brúkt, men um nýtslan verður tilætlað, trygg og skipað — ella duld, tilvildarlig og váðamikil.

Hvat er skugga-vitlíki (Shadow AI)?

Skugga-vitlíki hendir, tá ið starvsfólk — oftast í góðari trúgv fyri at loysa eina uppgávu skjótari — líma tekstir inn í ókeypis, almenn vitlíkistól á telefonini ella telduni. Tólini eru ikki góðkend, og starvsfólk vita ofta ikki, hvar dátur enda.

Tríkanturin: Leiðsla, starvsfólk og KT

Sjey stig til trygga og skipaða nýtslu

  1. Set leiðsluna í ábyrgd.
  2. Finn út úr, hvat longu fer fram.
  3. Gerið einföld trygdarmørk — grønt/gult/reytt.
  4. Áset eitt positivt mál.
  5. Gevið fólki góðkend, trygg amboð.
  6. Venjið tey viljugu fyrst.
  7. Gerið eina læringarskipan.

Fá hendan ritlingin sendan til tín

Ritlingurin verður sendur beinanvegin til tín tann telduposti, tú gevur. Vitlíkisstovan hjálpir føroyskum almennum stovnum við praktiskari og tryggari innføring av vitlíki — leiðslusparring, greiðum reglum, arbeiðsstovum og deilingargrunnum.