Hvat merkir vitlíki fyri tykkara fyritøku ella stovn?

Vit hjálpa tykkum at skilja, hvussu vitlíki kann ávirka tykkara arbeiði og tænastur, finna viðkomandi møguleikar og taka støðu til næstu stigini. Tað er ikki neyðugt at hava valt amboð ella lagt eina ætlan frammanundan.

Byrjið við einari avmarkaðari støðumeting

Brúka starvsfólkini longu vitlíki hvør sær, meðan leiðslan ivast í, hvat tit skulu gera saman? Vit kunnu byrja við at kanna eina avmarkaða uppgávu ella arbeiðsgongd. Vav og prísur verða avtalað frammanundan.

Vit kanna
Saman hyggja vit at arbeiðsuppgávum, amboðum, dátum og førleikum. Vit tosa eisini um, hvør hevur ábyrgd av nýtsluni og eftirkanningini.
Tit fáa
Eitt yvirlit við raðfestum møguleikum, viðurskiftum, sum krevja varsemi, og uppskoti til næstu stigini. Vit avtala frammanundan, hvat skal latast av hendi.
Tit kunnu taka støðu
Hvat skal roynast fyrst, hvør skal vera við, og hvat skulu vit kanna nærri? Næsta stigið kann vera ein avmarkað roynd, eitt skeið ella víðari ráðgeving.

Ímyndað dømi

Ein skrivstova vil hava hjálp við afturvendandi fyrispurningum. Vit kunnu kanna, um vitlíki hóskar til at gera uppskot til svar, hvørjar upplýsingar kunnu brúkast, og hvør skal kanna svarini. Tað gevur eitt grundarlag fyri at velja eina lítla roynd og meta um úrslitið.

Bið um eitt innleiðandi prát

Hvussu kann vitlíki broyta okkara arbeiði og tænastur?

Frá yvirliti til næstu stigini

Soleiðis arbeiða vit

  1. Avmarka avgerðina.
  2. Kanna arbeiðsgongdir og karmar.
  3. Sníða ætlan og reglur.
  4. Royna, máta og rætta kósina.

Vit byrja við einum práti um tykkara tørv. Síðani avtala vit, um næsta stigið er ein støðumeting, ein leiðsluverkstova, ein ætlan ella leypandi ráðgeving.

Bið um eitt innleiðandi prát

Vitlíki fyri leiðslur · Skeið og verkstovur · Menning og skapandi arbeiði