Menning og skapandi arbeiði
Hevur tú eitt hugskot, sum skal gerast til veruleika? Vit menna heimasíður, appir og amboð og gera myndir, filmar og annað skapandi tilfar.
Tað er ikki neyðugt at vita, hvørji amboð skulu brúkast. Greið frá tí, tú vilt hava gjørt.
Heimasíður og appir
Fá eina nýggja heimasíðu, eina app ella eina aðra talgilda loysn. Vit taka støði í tí, sum tú og brúkararnir hava tørv á.
Skalt tú hava nýggja heimasíðu ella dagføra ta gomlu? Vit hjálpa við teksti, sniði og menning.
Amboð og sjálvvirking
Innanhýsis amboð, hjálp til afturvendandi uppgávur og samanknýting av skipanum. Vit kanna, hvat hóskar til tykkara arbeiði.
Myndir, filmar og skapandi tilfar
Tilfar til kunning, marknaðarføring ella eina serstaka verkætlan. Tú kanst eisini spyrja um hugskot, sum ikki passa í hesar bólkarnar.
Frá hugskoti til avtalað arbeiði
Greið frá tørvinum
Vit tosa um, hvat skal gerast, hvør skal brúka tað, og hvat tú vilt fáa burtur úr.
Avtala vavið
Vit avtala vav, prís og næstu stig, áðrenn arbeiðið byrjar.
Menna og lata av hendi
Vit menna og lata tað avtalaða arbeiðið av hendi. Rakstur, viðlíkahald og víðari menning verða avtalað serstakt.
Greið frá tínum hugskoti
Tað er ikki neyðugt at vita, hvørji amboð skulu brúkast. Greið frá tí, tú vilt hava gjørt.