Handalig verkstova hjá tykkum

Vitlíkisskeið fyri fyritøkur

Ein 3-tíma verkstova hjá tykkum, har starvsfólkini læra at brúka vitlíki til viðkomandi arbeiðsuppgávur, kanna svarini og verja trúnaðarupplýsingar.

  • Venjing við egnum uppgávum
  • Greið boð og brúkilig svar
  • Trygd og eftirkanning
  • Eitt egið yvirlit

Er hetta skeiðið fyri tykkum?

Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og fólk, sum longu brúka vitlíki, men vilja læra meira. Dømi og venjingar verða lagað til tykkara arbeiði og royndir.

  • Tit vilja læra at brúka vitlíki til viðkomandi arbeiðsuppgávur
  • Starvsfólkini hava ymiskar royndir og tørva eina felags innleiðing
  • Tit vilja fáa betri svar og læra at kanna úrslitini
  • Tit ivast í, hvørjar upplýsingar kunnu deilast við vitlíki

Hetta fáa tit burtur úr skeiðinum

  • Venjing við egnum uppgávum — Starvsfólkini royna vitlíki við dømum, sum eru viðkomandi fyri teirra dagliga arbeiði.
  • Greið boð og brúkilig svar — Luttakararnir læra at geva greið boð og arbeiða víðari við svarunum, so tey verða meira gagnlig.
  • Trygd og eftirkanning — Vit fara ígjøgnum, hvørjar upplýsingar kunnu deilast, nær góðkenning krevst, og hvussu svarini skulu kannast.
  • Eitt egið yvirlit — Hvør luttakari fær eitt skrivligt yvirlit yvir uppgávur, sum viðkomandi kann brúka vitlíki til í sínum arbeiði.

Hvat halda okkara kundar?

Vit vóru sera væl nøgd við verkstovuna hjá Gunnleygi. Hon var tillagað til júst tað, vit høvdu tørv á, og tað var hugtakandi, hvussu nógv vit fingu burturúr, hóast hon varð skipað við stuttari freist.
— Hildur Durhuus, Samskipari, Nýskapan í ferðavinnuni 2026
Verkstovurnar hjá Gunnleygi vóru bæði hugvekjandi og læruríkar. Tær vóru viðkomandi fyri bæði leiðarar og starvsfólk, og fólk á ymiskum støði fingu nógv burturúr.
— Reidar Luid, Forritan og menning, Betri Banki
Verkstovan var sera viðkomandi og góð hjá okkum øllum. Hóast vit øll brúktu ChatGPT frammanundan, lærdu vit nógv um funkur, vit ikki kendu so væl til frammanundan, eitt nú GPT'ir. Vit fingu eisini betri innlit í trygd, og hvussu ein samskiftir við ChatGPT á ein hátt, sum gevur mest møguligt burturúr. Verkstovan var greið, viðkomandi og beinanvegin gagnlig í praksis.
— Elin Brimnes, Arkitekt, Kontrast
Verkstovan var áhugaverd og viðkomandi. Hon gav okkum eina betri fatan av, hvussu ChatGPT kann brúkast í okkara arbeiði, og fleiri góð hugskot, sum vit kundu taka við okkum víðari.
— Sigrið Zachariasen, Dagligur leiðari, Reyði Krossur Føroya
Verkstovan hjá Gunnleygi var bæði áhugaverd og løtt at skilja. Hon gav mær eina greiðari fatan av, hvussu eg kann brúka ChatGPT í mínum arbeiði, og eg fekk ein hentan lista við nýtsluhugskotum.
— Sóley Hammer, Leiðari, Hugskotið
Gunnleygur hevði eina góða verkstovu. Hon var bæði greið og viðkomandi, og hon gav okkum nógv nýggj hugskot til, hvussu vit kunnu nýta ChatGPT til okkara arbeiði.
— Guðrið Højgaard, Stjóri, Visit Faroe Islands
Verkstovan var spennandi og lærurík. Hon gav eina greiðari fatan av trygga nýtslu, og fleiri góð hugskot til, hvussu vit kunnu brúka vitlíki í okkara egna arbeiði.
— Fríði Jensen, HR Data Specialist, Bakkafrost

Hvat skeiðið fevnir um

Eg komi út til tykkum og haldi eina handaliga verkstovu, har starvsfólkini læra at brúka vitlíki í sínum dagliga arbeiði. Vit venja við viðkomandi uppgávum og læra at fáa brúkilig svar og kanna úrslitini, áðrenn tey verða brúkt.

  • Vitlíki í dagliga arbeiðinum — Vit hyggja at uppgávum, har vitlíki kann hjálpa, og viðurskiftum, har onnur amboð ella egið arbeiði hóska betur.
  • Greið boð og betri svar — Luttakararnir læra at lýsa uppgávuna, geva neyðugan samanhang og arbeiða víðari við svarinum.
  • Dátuvernd og ábyrgd — Vit læra at meta um, hvørjar upplýsingar kunnu deilast, og nær leiðslan ella tann, sum hevur ábyrgd av dátum, skal spyrjast.
  • Eftirkanning av úrslitum — Vit venja at kanna upplýsingar og keldur og at rætta tekstin, áðrenn hann verður brúktur.
  • Venjingar við viðkomandi uppgávum — Dømini verða lagað til tykkara arbeiði. Tað kann vera at skriva boð, taka saman um tilfar, fyrireika arbeiði ella menna hugskot.
  • Eitt yvirlit at taka við sær — Hvør luttakari fær eitt skrivligt yvirlit yvir uppgávur, sum viðkomandi kann brúka vitlíki til í sínum arbeiði.

3 tímar · Hjá tykkum · Fyri nýbyrjarar og royndar brúkarar · Lagað til tykkara arbeiði

Soleiðis fer skeiðið fram

  1. Stutt samrøða — Vit tosa um tykkara arbeiði, royndir og tað, tit vilja fáa burtur úr skeiðinum.
  2. Fyrireiking — Vit avtala amboð og velja viðkomandi dømi og tilfar til venjingarnar.
  3. Verkstova hjá tykkum — Vit venja saman í tríggjar tímar. Hvør luttakari fær eitt yvirlit at arbeiða víðari við eftir skeiðið.

Hvat skulu tit hava klárt?

Vit avtala frammanundan, hvørji amboð tit brúka. Luttakararnir hava teldu við og atgongd til tey avtalaðu amboðini. Vit brúka bert tilfar, sum arbeiðsplássið hevur góðkent til venjingarnar.

Vilja tit arbeiða víðari?

Tit kunnu avtala longri skeið, fleiri verkstovur ella uppfylging, um tit vilja arbeiða víðari. Innihald, longd og prísur verða avtalað frammanundan.

Uppseting av skipanum, arbeiðið við felags leiðreglum og uppfylging verða avtalað serstakt.

Ofta settir spurningar

Skulu vit hava roynt vitlíki frammanundan?
Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og fólk, sum longu brúka vitlíki, men vilja læra meira. Dømi og venjingar verða lagað til tykkara arbeiði og royndir.
Hvussu leingi varir skeiðið, og hvar verður tað hildið?
Vanliga skeiðið varir tríggjar tímar og verður hildið hjá tykkum. Tit kunnu eisini avtala longri skeið ella fleiri verkstovur.
Hvørji amboð brúka vit?
Vit avtala amboðini frammanundan við støði í tykkara arbeiði og atgongd. Vit kunnu eitt nú arbeiða við ChatGPT. Tit skulu ikki keypa nýggj loyvi, fyrr enn vit hava avtalað, hvat tørvur er á.
Hvat skulu luttakararnir hava við?
Vit avtala frammanundan, hvørji amboð tit brúka. Luttakararnir hava teldu við og atgongd til tey avtalaðu amboðini. Vit brúka bert tilfar, sum arbeiðsplássið hevur góðkent til venjingarnar.
Hvat fáa luttakararnir við sær?
Luttakararnir fáa royndir við viðkomandi uppgávum og ein skrivligan lista við møguleikum í sínum egna arbeiði. Teir læra eisini at kanna svarini og at fylgja leiðreglunum hjá arbeiðsplássinum.
Eru uppseting og uppfylging við í skeiðinum?
Skeiðið fevnir um fyrireiking og tríggjar tímar við innleiðing og venjing. Uppseting av skipanum, arbeiðið við felags leiðreglum og uppfylging verða avtalað serstakt.
Hvat kostar skeiðið?
Send mær ein fyrispurning við talinum á luttakarum og tykkara ynskjum. Tit fáa eitt tilboð, áðrenn vit avtala skeiðið. Fyrispurningurin er óbindandi.

Vilja tit læra at brúka vitlíki í tykkara arbeiði?

Sig mær, hvat tit arbeiða við, hvussu nógv verða við, og hvat tit vilja læra. So finna vit eitt skeið, sum hóskar til tykkum.

Ella set teg í samband við meg umvegis teldupost ella telefon: info@vitlikisstovan.fo · +298 919444