Nær hóskar tykkum?

Hesin kalendarin er ætlaður stovnum, sum eru fevndir av avtaluni við Gjaldstovuna. Skeiðið kann haldast á tykkara stovni ella í høli hjá Gjaldstovuni. Tit skulu vera í minsta lagi 8 luttakarar. Vel eitt skeið og ein tøkan gerandisdag í kalendaranum. Vel stovnin á listanum ella vel Annað og skriva navnið á stovninum. Skriva bústaðin, har skeiðið skal haldast, teldupost og tal av luttakarum, og trýst á Bílegg dag.

Fyritøkur, feløg og stovnar uttan fyri avtaluna kunnu síggja tøkar dagar í kalendaranum til bólkaskeið. Vilt tú melda teg til eitt ásett skeið? Sí skeið og tilmelding.

Tá ið tú hevur fingið váttan á síðuni, er allur dagurin hildin av til tykkara. Gunnleygur setur seg í samband við tykkum fyri at avtala nærri um skeiðið. Henda síðan váttar bíleggingina. Tú fært onga sjálvvirkandi váttan við telduposti.