Copilot-skeið hjá Gjaldstovuni

Finn út av, hvar vitlíki kann gera gagn í tínum arbeiði. Tú arbeiðir við egnum uppgávum og lærir at fáa betri úrslit, kanna svarini og finna nýggjar møguleikar.

Gjaldstovan býður skeiðini. Vitlíkisstovan stendur fyri undirvísing og tilmelding. Skeiðini eru fyri starvsfólk á teimum stovnum og eindum, sum Gjaldstovan hevur góðkent.

Eru tit átta ella fleiri?

Tit kunnu eisini spyrja um at fáa skeiðið á tykkara stovni. Tit kunnu framvegis melda tykkum til ein av skeiðsdøgunum her. Fyri starvsfólk á landsstovnum, sum eru fevndir av avtaluni.

Sí tøkar dagar til tykkara stovn

Vel skeið og dag

Vel Copilot Chat, um tú hevur ein Microsoft 365-brúkara, men ikki eitt víðkað hald til Copilot. Vel Copilot Business, um tú hevur ein Microsoft 365-brúkara og eisini tað víðkaða Copilot-haldið, sum eitur Copilot Business.

Copilot Chat

Lær at orða greið byrt, arbeiða við tekstum og kanna svarini frá Copilot. Skeiðið er ætlað tær, sum vilt læra at brúka kjattið í gerandisarbeiðinum.

Copilot Business

Lær at brúka Copilot í Microsoft 365 til at arbeiða við skjølum, telduposti og fundum. Skeiðið er ætlað tær, sum hevur Copilot í arbeiðsforritunum og vilt brúka tað til tínar egnu uppgávur.

Gjaldstovan avroknar við stovnin hjá tær. Tú rindar ikki á hesi síðuni.

Skeiðsdagarnir og tilmeldingin verða víst, tá ið síðan er lisin inn.