Verkstova í vitlíki fyri føroysk arbeiðspláss
Lær starvsfólk at nýta vitlíki trygt og munagott í arbeiðinum.
Ein 3 tíma handalig verkstova, sum hjálpir hvørjum luttakara at skilja, hvat vitlíki er gott til í teirra egna arbeiði, hvar tað ikki eigur at verða nýtt, og hvussu ein ber seg trygt at.
- Greiðari fatan um, hvat vitlíki kann hjálpa við í gerandisdegnum
- Ítøkilig nýtsluhugskot til hvønn einstakling
- Tryggari og meira skynsom nýtsla í toyminum
- Passar til allar vinnur
Er hetta viðkomandi fyri tykkara arbeiðspláss?
Nógv arbeiðspláss vita, at vitlíki kann vera gagnligt, men flesta staðni er nýtslan framvegis óskipað. Summi brúka tað hvønn dag, men hava ikki fingið nakra venjing í rættari nýtslu og onnur eru ikki komin í gongd. Og nógv ivast í, hvat er trygt at deila. Hetta er ein verkstova fyri tykkum, sum vilja geva starvsfólkunum eina praktiska og skipaða innleiðslu, so tey fáa eina greiðari fatan av, nær vitlíki hjálpir, og nær tað ikki ger tað.
- Starvsfólk eru forvitin, men nýtslan er framvegis óskipað
- Tit hava roynt amboðini, men mangla vegleiðing um rætta nýtslu
- Ivi valdar um, hvat er trygt at koyra inn í vitlíki
- Tit vilja hava eina felags og praktiska fatan uttan fløktar tøkniligar frágreiðingar
Hetta fáa fólk burtur úr verkstovuni
- Eina greiða byrjan — Luttakarar fáa eina einfalda og brúksrættaða innleiðslu til vitlíki í teirra arbeiði.
- Betri fatan av, hvar tað hjálpir — Øll fáa eina greiðari fatan av, hvørjar uppgávur vitlíki er gott til fyri tey, og hvat er betri at gera sjálvi.
- Tryggari nýtsla — Fólk læra einfaldar reglur fyri, hvat er trygt at deila, og hvat eigur at haldast uttan fyri slík amboð.
- Meira brúkilig úrslit — Vit vísa ymiskar snildir til hvussu ein kann fáa betri svar og betri hjálp frá amboðum sum ChatGPT.
- Dømi úr vanligum arbeiði — Dentur verður lagdur á vitlíkisnýtslu til tað veruliga arbeiði fólk, gera til dagligt.
- Ítøkilig nýtsludømi — Hvør einstakur fer frá verkstovuni við einum lista av tingum, tey kunnu nýta vitlíki til í sínum arbeiði.
Hvat halda okkara kundar?
Vit vóru sera væl nøgd við verkstovuna hjá Gunnleygi. Hon var tillagað til júst tað, vit høvdu tørv á, og tað var hugtakandi, hvussu nógv vit fingu burturúr, hóast hon varð skipað við stuttari freist.
Verkstovurnar hjá Gunnleygi vóru bæði hugvekjandi og læruríkar. Tær vóru viðkomandi fyri bæði leiðarar og starvsfólk, og fólk á ymiskum støði fingu nógv burturúr.
Verkstovan var sera viðkomandi og góð hjá okkum øllum. Hóast vit øll brúktu ChatGPT frammanundan, lærdu vit nógv um funkur, vit ikki kendu so væl til frammanundan, eitt nú GPT'ir. Vit fingu eisini betri innlit í trygd, og hvussu ein samskiftir við ChatGPT á ein hátt, sum gevur mest møguligt burturúr. Verkstovan var greið, viðkomandi og beinanvegin gagnlig í praksis.
Verkstovan var áhugaverd og viðkomandi. Hon gav okkum eina betri fatan av, hvussu ChatGPT kann brúkast í okkara arbeiði, og fleiri góð hugskot, sum vit kundu taka við okkum víðari.
Verkstovan hjá Gunnleygi var bæði áhugaverd og løtt at skilja. Hon gav mær eina greiðari fatan av, hvussu eg kann brúka ChatGPT í mínum arbeiði, og eg fekk ein hentan lista við nýtsluhugskotum.
Gunnleygur hevði eina góða verkstovu. Hon var bæði greið og viðkomandi, og hon gav okkum nógv nýggj hugskot til, hvussu vit kunnu nýta ChatGPT til okkara arbeiði.
Verkstovan var spennandi og lærurík. Hon gav eina greiðari fatan av trygga nýtslu, og fleiri góð hugskot til, hvussu vit kunnu brúka vitlíki í okkara egna arbeiði.
Hvat verkstovan fevnir um
Verkstovan er handalig og tekur støði í tykkara veruleika. Málið er at hjálpa fólki at brúka vitlíki meira skilagott í egnum arbeiði — ikki at kava niður í tøkniligt ástøði.
- Hvat vitlíki er gott til í vanligum skrivstovuarbeiði — Vit hyggja at ítøkiligum uppgávum, har vitlíki veruliga kann hjálpa, og hvar ein ikki skal nýta vitlíki.
- Hvussu ein fær betri úrslit — Luttakarar læra at geva greiðari boð, geva rættan samanhang og brúka amboðini meira munagott.
- Hvat ikki eigur at verða latið til vitlíki — Ein týðandi partur av verkstovuni er hvussu ein metur um, hvat ein kann siga við hesi amboð. Ikki allar uppgávur hóska til vitlíki, og fólk fáa eina greiðari fatan av mørkunum.
- Trygg nýtsla og einføld dátuvernd — Vit fara ígjøgnum, hvat kann deilast, hvat eigur at haldast aftur, og hvussu ein brúkar hesi amboðini meira ábyrgdarfult.
- Venjingar knýttar at veruligum arbeiði — Luttakarar finna verulig dømi um, hvussu tey kunnu nýta vitlíki til sítt arbeiði.
- Ein greiðari leið víðari — Fólk fara frá verkstovuni við einari betri mynd av, hvussu tey kunnu brúka vitlíki meira gagnligt í egnum leikluti.
3 tímar · Handaligt og í verki · Fyri skrivstovufólk og toymi · Lagað til tykkara arbeiðspláss
Ofta settir spurningar
- Er verkstovan bara fyri tey, ið longu eru stinn í vitlíki?
- Nei. Verkstovan er viðkomandi fyri fólk, sum eru tíðliga í gongdini og til tey sum eru stinn, men ikki hava fingið nakra veruliga upplæring.
- Er hetta tøkniliga torskilt?
- Nei. Dentur verður lagdur á veruliga nýtslu í arbeiðsdegnum, ikki á forritan ella fløkt tøkniligt ástøði.
- Vit hava longu roynt ChatGPT. Er hetta framvegis viðkomandi?
- Ja. Vit gjøgnumganga nógv ting, sum næstan eingin ger av sínum eintøkum tá ið tey byrja við vitlíki sjálvi. Verkstovan hjálpir fólki at brúka vitlíki meira skipað og gjøgnumhugsað, líka mikið hvat støði tey eru á.
- Viðgera tit trygd og persónsupplýsingar?
- Ja. Ein týðandi partur av verkstovuni snýr seg um, hvat er trygt at deila, og hvussu ein brúkar slík amboð meira skynsamt og ábyrgdarfult.
- Hvørjum hóskar verkstovan best til?
- Hon hóskar væl til skrivstovufólk, leiðarar, serfrøðingar og toymi, sum arbeiða við skriving, samskifti, greining, skjalfesting, ætlanargerð, frágreiðingum og líknandi vitanararbeiði.
- Hvat hendir, tá ið eg seti meg í samband við tykkum?
- Vit taka eitt stutt og óformligt prát um tykkara tørv og finna síðani út av, hvør verkstova er rætta loysnin fyri tykkum.
Vilja tit geva starvsfólkunum eina greiðari byrjan við vitlíki?
Set teg í samband, so finna vit verkstovuna sum best hóskar tykkara toymi.
Ella set teg í samband við meg beinleiðis umvegis teldupost ella telefon: info@vitlikisstovan.fo · +298 919444