Fá Copilot frá kjatti til arbeiðshátt.
Handaligt Copilot-skeið á føroyskum fyri fyritøkur og stovnar. Vit staðfesta, um luttakararnir síggja Copilot Chat (Basic), M365 Copilot (Basic) ella M365 Copilot (Premium), og laga skeiðið eftir teirra loyvi, uppseting, arbeiðsuppgávum og veruligu møguleikum.
Fá Copilot frá kjatti til arbeiðshátt
Eftir skeiðið skulu luttakararnir duga at geva Copilot greiðar arbeiðsuppgávur, brúka keldur og fílur rætt, meta um svar og møgulig mistøk, velja hóskandi upplýsingar og gera arbeiðshættir, sum kunnu brúkast aftur.
Hvat tit læra
- Arbeiðsboð, sum rigga: mál, samanhangur, keldur, ynskt úrslit og eftirkanning.
- Copilot í Microsoft 365: Copilot Chat, Outlook, Teams, Word, PowerPoint og Excel — alt eftir loyvum og uppseting.
- Trygg og faklig nýtsla: almennar, innanhýsis og viðkvæmar upplýsingar, keldur og menniskjaligt eftirlit.
- Tykkara egnu uppgávur: venjingar, sum kunnu takast í nýtslu beinanvegin eftir skeiðið.
Copilot Chat (Basic), M365 Copilot (Basic) og M365 Copilot (Premium)
Microsoft vísir nú hesi trý heiti í sínum forritum. Copilot Chat (Basic) er netgrundað kjatt uttan Copilot-kjatt í kjarnuforritunum. M365 Copilot (Basic) gevur grundatgongd í Word, Excel, PowerPoint, OneNote og Microsoft Copilot-forritinum uttan ískoytisloyvi. M365 Copilot (Premium) vísir ískoytisloyvi, eina meira fullfíggjaða uppliving og forrættindaatgongd; Copilot kann tá eisini brúka arbeiðssamanhang úr Microsoft Graph innan fyri verandi atgongdir. Nágreiniligu møguleikarnir eru treytaðir av haldi, forriti, uppseting og loyvum. Les um dagførdu Copilot-heitini og munin á loyvunum.
Trygg nýtsla er ein partur av skeiðinum
Luttakararnir læra at skilja, hvørjar upplýsingar hóska at brúka, og nær egnar reglur og faklig meting skulu avgera næsta stigið. Les okkara handaligu vegleiðing um dátur í ChatGPT og Copilot.
Skulu tit seta eina breiðari byrjan í verk?
Copilot-skeiðið kann vera eitt stig í eini størri innleiðing við greiðum uppgávum, dátukarmi og ábyrgd. Les ætlanina í fimm stigum um, hvussu eitt arbeiðspláss byrjar við vitlíki.
Soleiðis verður skeiðið lagt til rættis
- Áðrenn skeiðið: vit staðfesta loyvi, reglur, málbólk og arbeiðsuppgávur.
- Á skeiðinum: stutt frágreiðing, vísing, egin venjing og felags umrøða.
- Eftir skeiðið: føroyskt tilfar, arbeiðsleistir og ítøkilig næstu stig.
Royndir í føroyskum arbeiðslívi
Síðan 2023 hevur Gunnleygur Clementsen arbeitt fulla tíð við vitlíki, ráðgeving og undirvísing. Vitlíkisstovan hevur millum annað hildið verkstovur og upplæring fyri kundar sum Betri Banki, Bakkafrost, Glasir og Visit Faroe Islands. Les um Gunnleyg og royndirnar.
Vanligir spurningar
Er skeiðið bara fyri fólk, sum hava Microsoft Copilot-loyvi?
Nei. Skeiðið kann lagast til Copilot Chat (Basic), M365 Copilot (Basic) og M365 Copilot (Premium). Vit staðfesta heitið í forritinum, loyvi, uppseting og møguleikar frammanundan.
Er hetta eitt tekniskt skeið?
Nei. Endamálið er at gera Copilot brúkligt í vanligum arbeiði við telduposti, skjølum, fundum, leiting, greining og fyrireiking.
Kunnu vit brúka okkara egnu dømi?
Ja. Tað gevur vanliga mest virði. Vit avtala frammanundan, hvørji dømi kunnu brúkast, og hvussu innanhýsis og viðkvæmar upplýsingar verða handfarnar.
Er undirvísingin á føroyskum?
Ja. Undirvísingin er á føroyskum, og dømi og tilfar verða lagað til føroyskt arbeiðslív.