Hvat er trygt at deila við ChatGPT og Copilot?

Skrivað av Gunnleygi Clementsen.

Tá starvsfólk spyrja, um tað er trygt at brúka ChatGPT ella Copilot, er svarið sjáldan bara ja ella nei. Tað veldst um hvørja útgávu tit brúka, hvørjar avtalur og stillingar tit hava, hvørjar upplýsingar talan er um, og hvat tit ætla at gera við teimum.

Á skeiðum brúki eg ofta ein einfaldan arbeiðskarm við trimum litum: grønum, gulum og reyðum. Hann er ikki ein løgfrøðilig meting og kemur ongantíð í staðin fyri reglurnar hjá arbeiðsplássinum. Hann hjálpir starvsfólkum at steðga á og seta røttu spurningarnar.


Fyrst: hvørja útgávu brúkar tú?

ChatGPT og Copilot hava ikki eina og somu dátutrygd í øllum útgávum. Persónligar kontur, arbeiðskontur, Business- og Enterprise-loysnir og ymiskar Microsoft 365-uppsetingar hava ikki neyðturviliga somu treytir og stýringar.

Í Copilot hava netleitingarspurningar eina aðra dátuhandfaring enn arbeiðsboð og svar. Microsoft sigur, at brúkara- og felagsskapsauðkenni verða tikin burtur, áðrenn spurningarnir verða sendir til Bing, men at aðrar treytir galda fyri sjálva netleitingina.

Hetta eru týðandi verndir, men tær gera ikki alt tilfar hóskandi. Arbeiðsplássið hevur framvegis ábyrgd av loyvum, endamáli, persónsupplýsingum, trúnaði, varðveitslu og fakligum eftirliti.

Grønt: tilfar, sum vanliga er lætt at meta um

Grønt tilfar er upplýsingar, sum longu eru almennar, ella uppspunnið tilfar, sum ikki kann knýtast at veruligum fólkum, kundum ella innanhýsis viðurskiftum.

Dømi kunnu vera:

  • ein tekstur av almennu heimasíðuni hjá tykkum;
  • ein almannakunngjørd frágreiðing ella lóg;
  • eitt uppspunnið kundadømi;
  • ein almennur fundarskráartekstur;
  • ein tekstur, sum longu er ætlaður almenninginum.

Váðin er vanliga minni, men úrslitið skal framvegis kannast. Vitlíki kann misskilja, finna upp á, missa týdningarmikil fyrivarni ella skriva nakað, sum ljóðar tryggari, enn grundarlag er fyri.

Gult: arbeiðstilfar, sum krevur eina greiða meting

Gult tilfar kann vera innanhýsis skjøl, fundarnotur, arbeiðsætlanir, kundatilfar, fíggjartøl ella annað, sum ikki er ætlað almenninginum. Her eigur tú ikki at gita.

Áðrenn tú leggur tilfarið inn, skalt tú vita:

  • hvørja arbeiðsútgávu av amboðnum tú brúkar;
  • um arbeiðsplássið hevur góðkent hesa nýtsluna;
  • um tilfarið inniheldur persónsupplýsingar, trúnaðarmál ella annað viðkvæmt;
  • um tú hevur loyvi at lata skipanina viðgera tilfarið;
  • um uppgávan kann loysast við minni, broyttum ella dulnevndum dátum.

Gult merkir ikki nei. Tað merkir, at tú skalt kanna karmarnar fyrst.

Reytt: steðga og fá greiðu fyrst

Reytt tilfar er nakað, sum ein einstakur brúkari ikki eigur at taka avgerð um einsamallur. Dømi kunnu vera:

  • loyniorð, API-lyklar og aðrar innritingarupplýsingar;
  • serliga viðkvæmar persónsupplýsingar;
  • trygdarupplýsingar, sum kunnu misnýtast;
  • tilfar við strangum lógar- ella trúnaðarkrøvum;
  • upplýsingar, sum tú ikki hevur rætt til at lata eina uttanhýsis skipan viðgera.

Reytt merkir ikki altíð ongantíð. Tað merkir, at tit fyrst skulu fáa greiðu á endamáli, heimild, avtalu, trygd og hvør hevur ábyrgdina.

Fimm spurningar áðrenn tú leggur tilfar inn

  1. Er hetta alment, innanhýsis ella viðkvæmt?
  2. Hvørja kontu og arbeiðsútgávu av amboðnum brúki eg?
  3. Hava vit eina greiða reglu fyri hetta slagið av upplýsingum?
  4. Havi eg loyvi at lata skipanina viðgera tilfarið?
  5. Kann eg loysa uppgávuna við minni ella dulnevndum dátum?

Um tú ikki kanst svara hesum, er tað eitt gott tekin um at steðga og spyrja tann, sum hevur ábyrgd av dátum, KT, løgfrøði ella leiðreglum hjá tykkum.

Minni dátur eru ofta betri

Ein av teimum mest gagnligu vanunum er at geva amboðnum tað minsta, sum krevst fyri at loysa uppgávuna. Í staðin fyri at leggja eitt heilt skjal inn kanst tú kanska:

  • taka nøvn, p-tøl og eyðkenni burtur;
  • brúka eitt stutt úrtak;
  • skifta verulig tøl út við royndartøl;
  • lýsa bygnaðin uttan at deila sjálvt innihaldið;
  • biðja um ein leist og fylla viðkvæmu upplýsingarnar inn seinni.

Hetta minkar um váðan og gevur ofta eisini greiðari arbeiðsboð.

Ger tað lætt hjá starvsfólkunum at gera rætt

Ein regla, sum bara sigur: „Verið varin,“ hjálpir lítið. Arbeiðspláss eiga at geva starvsfólkum greið dømi um, hvat er loyvt, hvat krevur góðkenning, og hvat ikki skal brúkast.

Ein stutt vegleiðing eigur í minsta lagi at siga:

  • hvørji amboð og hvørjar kontur eru góðkend;
  • hvørji sløg av dátum kunnu brúkast;
  • hvør skal spyrjast, tá ivamál eru;
  • hvussu svar og keldur skulu kannast;
  • hvussu mistøk ella óhapp skulu fráboðast.

Trygg nýtsla er tí ein fastur partur av okkara Copilot-skeiðum, vitlíkisverkstovum og vitlíkisráðgeving.

Hava tit tørv á greiðum leiðreglum?

Vit kunnu hjálpa tykkum at gera ein einfaldan og brúkligan karm, sum hóskar til amboðini, dáturnar og ábyrgdina hjá tykkum.

Les um vitlíkisráðgeving