Hvussu byrjar eitt arbeiðspláss við vitlíki?

Skrivað av Gunnleygi Clementsen.

Tá eitt arbeiðspláss vil byrja við vitlíki, er tað freistandi at byrja við amboðnum: „Skulu vit hava ChatGPT ella Copilot?“ Men ofta er betri at byrja aðrastaðni.

Eftir at hava arbeitt við føroyskum arbeiðsplássum síggi eg sama mynstrið aftur og aftur: tey fáa mest burtur úr vitlíki, tá tey byrja við arbeiðsuppgávunum, fólkunum og reglunum — og velja amboðið aftan á.

Eitt gott fyrsta stig skal ikki prógva, at vitlíki kann alt. Tað skal geva tykkum greið svar til tríggjar spurningar: Hvar gevur tað virði? Hvat krevur varsemi? Hvat skulu vit gera næst?


1. Finn 3–5 veruligar arbeiðsuppgávur

Spyrjið starvsfólkini, hvar tey brúka nógva tíð við at skriva, lesa, leita, fyrireika, samanbera ella gera sama arbeiði aftur og aftur.

Veljið uppgávur, sum:

  • koma ofta fyri;
  • taka nógva tíð ella orku;
  • eru lættar at kanna aftan á;
  • kunnu roynast uttan viðkvæmar dátur;
  • hava ein greiðan eigara, sum kennir arbeiðið.

Góð fyrstu dømi kunnu vera at gera fyrsta útkast til teldupost, taka saman um eitt alment skjal, gera spurningar til ein fund, samanbera tveir tekstir ella umskriva ein tekst til greiðari mál.

Vánalig fyrstu dømi eru avgerðir við stórum avleiðingum, uppgávur við ógreiðari ábyrgd og arbeiði, har eingin dugir at kanna, um svarið er rætt.

2. Set ein einfaldan karm fyri dátur og ábyrgd

Starvsfólk skulu vita, hvat tey kunnu leggja inn, hvat krevur eina meting, og hvat tey skulu halda burtur frá. Ein einfaldur karmur við grønum, gulum og reyðum er ofta nógv meira brúkligur enn ein long regla, sum eingin minnist.

Avtalið eisini:

  • hvør hevur ábyrgd av royndini;
  • hvør svarar spurningum um dátur og trygd;
  • hvør kann góðkenna nýggj nýtsludømi;
  • hvussu svar skulu eftirkannast;
  • hvar góð dømi og arbeiðshættir verða savnað.

Byrja við at lesa Hvat er trygt at deila við ChatGPT og Copilot?

3. Vel amboð og loyvi eftir uppgávuni

Um tit eru ein Microsoft 365-felagsskapur, eigur Copilot at vera við í metingini. Men Copilot Chat (Basic), M365 Copilot (Basic) og M365 Copilot (Premium) geva ikki somu atgongd. Størsti vinningurin av Premium-loyvinum kemur serliga fram, tá arbeiðsuppgávan hevur gagn av telduposti, fundum, skjølum og øðrum arbeiðsdátum í Microsoft 365.

ChatGPT kann hinvegin vera eitt sterkt alment arbeiðsamboð til skriv, greining, gransking, dátuarbeiði og nógv annað. Tað rætta svarið kann eisini vera, at ymisk starvsfólk hava ymiskan tørv.

Keypið tí ikki loyvi bara út frá áhuga. Knýtið hvørt loyvi at einum málbólki, nøkrum uppgávum og einari ætlan fyri læring.

4. Lær fólk arbeiðsháttin — ikki bara knøttarnar

Amboðini broytast skjótt. Tí hevur tað størri varandi virði at læra fólk at:

  • lýsa málið við uppgávuni;
  • geva neyðugan samanhang og røttu keldurnar;
  • siga, hvussu úrslitið skal síggja út;
  • biðja um fyrivarni og óvissu;
  • kanna svar og keldur, áðrenn nakað verður brúkt.

Hesir førleikarnir flyta við, tá nýggj útgáva kemur. Á einum Copilot-skeiði ella einari vitlíkisverkstovu eiga luttakararnir tí at arbeiða við egnum uppgávum, ikki bara hyggja at eini framløgu.

5. Roynið í smáum, mátið úrslitið og breiðið síðani út

Vel eitt lítið toymi og nakrar greiðar uppgávur í 30–60 dagar. Skráset, hvat riggar, hvar fólk steðga, hvørjar spurningar koma aftur, og um arbeiðið veruliga verður betri ella skjótari.

Mátið ikki bara, hvussu nógv boð verða send til amboðið. Hyggið heldur eftir hesum:

  • hvussu nógv tíð verður spard;
  • hvussu gott fyrsta útkastið er;
  • hvussu nógv rætting krevst;
  • um starvsfólkini veruliga brúka arbeiðsháttin aftur;
  • mistøkum, váða og spurningum, sum royndin avdúkar;
  • nýggjum uppgávum, sum gerast møguligar.

Hetta gevur tykkum eitt nógv betri grundarlag fyri næstu avgerð enn ein stór innkeypsavgerð frá fyrsta degi.

Ein einfaldur fyrsti mánaður

Tíð Hvat tit gera Hvat skal liggja eftir
Vika 1 Veljið málbólk, ábyrgdarpersón og 3–5 arbeiðsuppgávur. Ein avmarkað roynd við greiðum endamáli.
Vika 2 Staðfestið amboð, loyvi, dátukarm og hvussu úrslit skulu mátast. Stuttar leiðreglur og ein einfaldur listi yvir, hvussu úrslitini skulu mátast.
Vika 3 Lærið toymið og roynið við veruligum arbeiði. Fyrstu arbeiðsleistirnir og dømini.
Vika 4 Savnið úrslit, trupulleikar og uppskot til næsta stig. Ein avgerð um, hvat skal halda fram, broytast ella steðga.

Trý vanlig mistøk

  1. At lata øll royna einsamøll. Tá verða góðir arbeiðshættir ikki deildir, og somu mistøk verða gjørd aftur og aftur.
  2. At velja ov stórt fyrsta mál. Ein lítil roynd við greiðum ábyrgdarpersóni lærir tykkum meira enn ein ógreið ætlan um at „taka vitlíki í nýtslu“.
  3. At máta nýtslu í staðin fyri virði. Nógv boð til eitt vitlíkisamboð eru ikki í sjálvum sær eitt gott úrslit.

Vilja tit leggja fyrstu royndina væl til rættis?

Vit kunnu hjálpa við at velja uppgávur, gera ein einfaldan dátukarm, læra toymið og leggja eina greiða ætlan fyri næstu stigini.